Innanlands

Skjótið rakettir beint upp hóast nógva vindin

Tað ræður um at senda fýrverk beint upp, eru boðini frá sløkkiliðnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-31 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast nógva vindin í kvøld, verður uttan iva nógv fýrverk at síggja kring landið. Men skjótið ikki rakettirnar móti ella undan vindinum. Tað eru boðini frá varasløkkiliðsstjóranum í Havn, Hans Dávid Hansen.

- Ikki senda brotið fýrverk, havið bara góðkent fýrverk. Tað er tað tryggasta. Hav heldur ikki fýrverk í hondini, tá skotið verður upp, og hav ein tryggan halda, tá fest verður í - hetta so vandi ikki er fyri at rakettin koppar, tá hon skal upp, sigur Hans Dávid Hansen útvarpið.

Rakettin skal ikki vendast móti ættini. Pinnurin á rakettini ger, at hon fer beint upp. Tískil eru ráðini frá varasløkkliðsstjóranum í Havn, at senda rakettirnar beint upp.

Sløkkiliðið í Havn hevur fingið umleið 50 umsóknir um bál hóast keðiliga veðri í kvøld.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder