Innanlands

Skjóting tætt at landi er til ampa

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir kring landið, um at tað er órógvandi, tá svartfuglur verður skotin úr báti tætt at landi

Tilvildarlig mynd av byrsu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tilvildarlig mynd av byrsu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-03 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vakthavandi upplýsir í morgun, at løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, ið hava ampa av, at fuglur verður skotin tætt at landi. Talan er um persónar, ið skjóta svartfugl í báti.

Vakthavandi sigur, at tað millum annað ljóðar ógvusligt, tá stýrt verður heilt nær klettunum, og ein hvøllur brestur hoyrist. Tað kann eisini síggja ógvusligt út, tá tað millum annað verður stýrt við einari hond og skotið við hinari 

Fráboðanir um hetta eru komnar úr ymsum støðum kring landið: Millum annað Yviri við Strond, í Fuglafirði og í Kalbak. Tað er ikki ólógligt at skjóta svartfugl tætt at landi, men løgreglan hevur verið úti og mint á, at tá skotið verður skal varsemi vísa, og at tað ikki skal vera til ampa fyri fólk, ið búgva tætt við


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder