Uttanlands

Skjótingin í El Paso kravt 20 mannalív

Ein ungur maður er handtikin í málinum, og lokala løgreglan sigur, at talan møguliga er um eitt hatursbrotsverk

Løgreglufólk á staðnum (Mynd: EPA)

Løgreglufólk á staðnum (Mynd: EPA)

2019-08-04 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skottilburðurin í einari sølumiðstøð í El Paso í amerikanska statinum Texas hevur kravt 20 mannalív.

Hesum boðaði Greg Abbott, guvernørur í statinum, frá, á tíðindafundi í nátt føroyska tíð.

Lokala løgreglan upplýsir eisini, sambært DR, at 26 fólk vórðu særd í álopinum.

Guvernørurin í Texas hevur rópt gjárdagin sum ein av teimum mest blóðugu í søguni hjá statinum.

Løgreglan hevur eyðmerkt og handtikið ein 21 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri álopið.

Enn er ógreitt, hvat motivið var, men sambært CNN, er løgreglan í Texas í ferð við at kanna eina dagføring á alnótuni, sum varð almannakunngjørd, áðrenn skjótingin fór í gongd, og løgreglan vónar, at hendan dagføringin kann geva teimum eina ábending.

Í dagføringini stóð m.a., at latínamerikonsk tilflyting er ein "innrás", og viðkomandi segði seg eisini taka undir við teimum, sum stóðu aftanfyri yvirgangsálopini í Christchurch í Nýsælandi.

Tað er 21 ára gamli maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava almannakunngjørt dagføringina.

Á Twitter skuldu 21 ára gamli maðurin eisini havt hálovað Trump fyri ætlan hansara um at byggja ein múr á markinum til Meksiko.

Sambært løgreglustjóranum í El Paso, er møguliga talan um eitt hatursbrotsverk.

Býurin El Paso liggur á markinum til Meksiko, og ein meiriluti av íbúgvunum har eru av latínamerikonskum uppruna.

Meksikanski forsetin, Andres Manuel Lopez Obrador, upplýsir, sambært Reuters, at trý fólk úr Meksiko eru millum tey, ið hava latið lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder