
Ein 90 ára gomul kvinna gjørdist fyrsti persónurin, sum varð koppsett móti covid-sjúkuni eftir at Bretland í dag byrjaði at koppseta fólk.
Margaret Keenan, sum fyllir 91 í næstu viku kallaði hetta fyri bestu føðingardagsgávuna til hana, skrivar BBC.
Hon fekk fyrsta skamtin av teimum 800.000, sum Pfizer BionTech hevur selt bretsku stjórnini.
Út við 4 milliónir skamtir afturat verða latnir áðrenn hesin mánaðin er úti.
Byrjað verður við at koppseta eldri fólk og fólk, sum starvast í eldrarøktini og heilsuverkinum.
Bretland er fyrsta landið, sum tekur brúk nýggju koppsetingina hjá Pfizer, eftir at hesin heilivágurin varð góðkendur í farnu viku.
Tað er ikki krav at koppsetast í Onglandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald