Innanlands

Skjótt er einki eftir

Tað er bert á Sandi og í Suðuroynni, at tey hava bæði bensin og diesel eftir, men um nakrar dagar er helst tómt, siga stjórar í Magn og Effo við Kringvarpið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-23 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður ikki leingi, so er einki brennievni eftir at fáa á bensinstøðunum.

Sambært yvirlitinum hjá Magn er tað bert á Sandi, at tey bæði hava diesel og bensin eftir, og sambært yvirlitinum hjá Effo eru tað bert í Hvalba, á Tvøroyri og í Vági, at bæði enn er at fáa.

Stjórarnir í Effo og Magn siga við Kringvarpið, at tangarnir helst eru tómir um nakrar fáar dagar.

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo sigur, at tað væntandi verður tómt hjá teimum í morgin ella í ovurmorgin, og Finn Jakobsen, stjóri í Magn væntar, at tað verður tómt, tá vikuskiftið er av. Neyðsendarakfør fara tó framvegis at fáa atgongd til brennievni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder