Sum ein liður í arbeiðnum hjá donsku heilsumyndugleikunum um at fáa koppsett so nógv fólk sum gjørligt fyri koronu, verður nú boðað frá einum nýggjum koppsetingartilboði, sum serliga er ætlað yngri borgarum.
11. september verður koppseting tí bjóðað í útvaldum vøruhúsum hjá Bilka og í Føtex-handlum, upplýsir danska heilsustýrið sambært TV2.
– Vit vilja tryggja, at tilboðið um koppseting er so atkomuligt sum møguligt, so fólk t.d. hava møguleika at fáa eitt prik, samstundis sum tey avgreiða síni innkeyp ella onnur gerandisørindi, sigur Søren Brostrøm, stjóri.
Danir hava verið rættiliga raskir at lata seg koppseta, men serliga eru tað tey ungu, sum enn ikki eru koppsett, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald