21. februar ferð Avstralia at lata landamørkini upp fyri ferðafólki. Seinastu tvey árini hevur landið verið stongt fyri ferðandi, við fáum undantøkum.
Seinastu mánaðirnar hevur landið tó latið meira upp, m.a. fyri arbeiðsførum útlendingum og einari seravtalu við Nýsælandi um sóttarhaldsfría ferðing millum londini. Men um tvær vikur verður latið upp fyri øllum ferðandi – sum eru koppsett fyri koronu.
– Eru tit koppsett tvær ferðir, gleða vit okkum at bjóða tykkum vælkomin til Avstralia, sigur forsætisráðharrin, Scott Morrison á tíðindafundi í Canberra í dag.
Boðini um, at landamørkini lata uppaftur eru kærkomin hjá lokalu ferðavinnuni, sum hevur verið sera hart rakt av koronutiltøkunum í landinum, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald