Uttanlands

Skjótt verður hassj lógligt í Týsklandi

Frá 1. apríl verður væntandi loyvt at framleiða og eiga hassj til egið brúk í Týsklandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-02-25 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin samtykti týska samveldistingið at loyva velting og varðveitslu av hassji.

Hetta verður galdandi frá 1. apríl og kemur at ávirka uml. 4,5 milliónir týskarar, sum í dag roykja ella á annan hátt nýta hassj. Eisini fer hetta at raka ólógliga marknaðin, har søla av hassji higartil hevur gingið fyri seg, skrivar Ritzau.

Á atkvøðugreiðsluni fríggjadagin atkvøddu 407 tjóðartingslimir fyri, meðan 226 atkvøddu ímóti. Fýra atkvøddu blankt.

Frá 1. apríl verður loyvt at hava upp til tríggjar hampaplantur til egna nýtslu, og eisini verður loyvt at hava upp til 25 gram av hassji uppiá sær.

Størri framleiðslur, sum ikki eru ætlaðar til víðari sølu, verða eisini loyvdar hjá teimum, sum finna saman í hasssjfeløg, sum í mesta lagi kunnu hava 500 limir, sum øll skulu vera myndigir.

Lógin væntast at verða góðkend av samveldisráðnum 22. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder