Um 100 ógvusligir skógareldar herja í eystara partinum av Avstralia, og myndugleikarnir stúra fyri, at støðan kann gerast nógv verri, enn hon er í løtuni.
Í nátt føroyska tíð kravdu eldarnir eisini síni fyrstu mannalív. Sambært Ritzau eru í minsta lagi tvey fólk deyð, og sjey fólk eru saknað.
Eldurin hevur eisini oyðilagt fleiri enn 100 heim í statinum New South Wales. Av teimum 77 skógareldunum, sum herja í statinum, manglar sløkkiliðið enn at fáa tamarhald á 42. Í statinum Queensland manglar sløkkiliðið at fáa tamarhald á í minsta lagi 36, og enn er ógreitt, hvussu stóran skaða eldurin hevur elvt til har.
Í minsta lagi 35 fólk eru vorðin særd orsakað av eldunum, harav 16 sløkkiliðsfólk.
Lokalu myndugleikarnir óttast fyri, at støðan kann gerast enn verri, tá summarið kemur, orsakað av turkinum í landinum. Enn er bara vár í Avstralia, og veðurfrøðingar meta, at komandi mánaðirnar fara at bjóða uppá nógvan hita og minni avfall enn vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald