Skógareldar í Uralfjøllunum í vestara parti av Russlandi hava seinastu dagarnar kravt í minsta lagi trý mannalív og oyðilagt hundraðtals hús.
Í Kurgan-landslutinum er undantaksstøða lýst, og ein lokal nevnd hevur sett í verk eina revsirættarliga kanning av orsøkunum til ein stóran eld, sum í gjár kravdi trý mannalív, skrivar Ritzau.
Eldurin hevur eisini spreitt seg til landslutirnar Sverdlovsk og Tjumen, og er vansketni ein møgulig orsøk til, at eldurin hevur spreitt seg, sigur nevndin.
Sambært óhefta miðlinum Sota eru spreingingar og eldáseting orsøkin til fleiri av eldunum í Sverdlovsk.
Í Kurgan hava tey fingið tamarhald á seks av 13 eldum í landslutinum, og í Sverdlovsk herja 53 eldar framvegis í einum skógarøki á meira enn 54.000 hektarar, skrivar russiska tíðindastovan Tass. Í Tjumen herja 23 skógareldar framvegis um allan landslutin.
Uralfjøllini, ið liggja uml. 1400 kilometrar frá russiska høvuðsstaðnum Moskva, vórðu eisini rakt av skógareldum í apríl. Tá hildu russiskir myndugleikar eisini, at vansketni kundi vera orsøkin til, at fleiri fólk lótu lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald