Uttanlands

Skógareldur á Tenerife: 26.000 fólk flutt burtur

Tamarhald er ikki á eldinum, sum hevur oyðilagt umleið 5.000 hektarar, siga lokalu myndugleikarnir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-08-20 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan týsdagin hava skógareldar herjað á sponsku oynni Tenerife, ið er tann størsta av Kanarisku Oyggjunum.

Tamarhald er ikki á eldinum, sum sambært forsetanum á oyggjunum, Fernando Clavijo, er tann mest torgreiddi eldurin, sum hevur rakt oyggjarnar í 40 ár.

Sambært lokalu bjargingartænastunum eru 26.000 fólk flutt burtur frá rakta økinum. Eldurin hevur oyðilagt umleið 5.000 hektarar av jørð.

Í gjár varð boðað frá, sambært tíðindastovuni AP, at 265 sløkkiliðsfólk stríddust við eldin við hjálp frá flogførum, og at meira hjálp var ávegis. Eingin fráboðan hevði tá verið um fólkaskaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder