
Leygardag seinnapart var samkoma í Skótahøllini við Havnará í sambandi við, at Skótafylki Sigmund Brestissonar hevur fylt 95 ár í vikuni.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum sjálvur er gamal skóti, helt stutta røðu.
– Míni fyrstu minni um skótalív eru ikki bara hugalig. Eg minnist serliga øgiliga kuldan, tá mann sum smádrongur mangan stóð á Vaglinum við berum lørum í bítandi kulda og lýddi á røður og horntónleik frá Havnar Hornorkestri. Men hóast kalt og illfýsið so eru minnini bara góð. Eg minnist aftur á skótatíðina við gleði og takksemi, segði borgarstjórin millum annað.
Skótafylki Sigmund Brestissonar er elsta skótalið í Føroyum. Tað var 2. februar í 1926, at fýra havnadreingir, Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen, og Eskild Christiansen, hittust at stovna eitt skótalið.
Í 43 ár var talan bert um dreingir, men 2. februar í 1969 tóku nakrar ungar kvinnur stig til Skótalið Tóra Sigmundsdóttir. Liðini vórðu síðani løgd saman til Skótafylki Sigmunds Brestissonar.
Røðan, sum Heðin Mortensen helt í sambandi við hátíðarhaldið, kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald