Innanlands

Skótahjálpin savnaði inn 215.000 krónur

Aftur í ár varð peningurin latin tveimum verkætlanum – Tey, sum fingu stuðul frá Skótahjálpini vóru GlobeServe Frauenschuh Preparatory School í Ghana og sansarúmið í Gulaskúla

F.v. Símun Michael Sørensen, formaður í Skótahjálpini, Jaspur Johannesen, sum tók móti Skótahjálpini fyri Jónhild og Samuel Dunya, Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, og Marjun Johannessen frá Skótahjálpini.

F.v. Símun Michael Sørensen, formaður í Skótahjálpini, Jaspur Johannesen, sum tók móti Skótahjálpini fyri Jónhild og Samuel Dunya, Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, og Marjun Johannessen frá Skótahjálpini.

2023-12-13 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 25. September til 1. oktober gingu skótar úr øllum Føroyum hús úr húsi at ganga fólki til handa afturfyri nøkur oyru til Skótahjálpina, og árið í ár hilnaðist rættiliga væl. Tilsamans savnaði Skótahjálpin inn 215.098 krónur, skrivar Skótahjálpin í tíðindaskrivi.

Eins og vanligt varð ein triðingur latin til eina føroyska verkætlan, ein triðingur latin til eina útlendska verkætlan, meðan seinasti triðingurin varð latin í vanlukkugrunn, ið letur pening til neyðhjálp úti í heimi, tá vanlukkur eru.

Á lítlari samkomu á Gulaskúla í gjár varð peningurin fyri Skótahjálpina handaður teimum báðum verkætlanunum, sum í ár skuldu fáa pengar úr Skótahjálpini.

Føroyska verkætlanin, ið fekk pening hesaferð, var sansarúmið á Gulaskúla. Guliskúli er eitt sertilboð til næmingar við serligum tørvi, og í høvuðsheitum hevur Guliskúli næmingar við ADHD ella autismu diagnosum.

Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, greiðir frá, at sansarúmið skal vera við til at stimbra sansirnar og dempa órógvið, sum summir næmingar hava í kroppinum. Við hjálp frá starvsfólkum og tólum, ið hoyra til slík rúm, skal hetta gera næmingarnar betri fyri at hugsavna seg. Næmingarnir fáa stimbran til sansirnar, so teir fáa hvílt órógvið í kroppinum og høvdinum, so teir verða betri førir fyri at læra og at verða sosialir.

Útlendska verkætlanin, ið fekk pening hesaferð, var GlobeServe Frauenschuh Preparatory School, sum er ein skúli í Adidome í Ghana.

Tað eru føroyska Jónhild Dunya og maðurin Samuel, sum hava sett á stovn og rikið skúlan síðan 1998. Á skúlanum, har fleiri enn 420 børn ganga, er forskúli, 1. til 6. flokkur og framhaldsdeild. Eisini verður skúlin nýttur sum kostskúli, so nógv av børnunum búgva á skúlanum.

Jónhild og Samuel greiða frá, at foreldrini hava ikki nógv at lata fyri skúlagongdina, og tí hevur skúlin ikki nógvar inntøkur. Skúlin hevur kortini stóran tørv á borðum og stólum, reolum og skápum, leikum, seingjum, og kanska serliga einum spæliplássi til tey yngstu.

Verkætlanirnar báðar fingu 75.000 krónur hvør. Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, tók móti Skótahjálpini fyri Gulaskúla, meðan Jaspur Johannesen tók móti Skótahjálpini fyri Jónhild og Samuel Dunya.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder