Uttanlands

Skotið 52 dronur niður í Kyiv

Talan var um størsta dronuálopið á ukrainska høvuðsstaðin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í fjør

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-05-28 11:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland framdi í nátt eitt dronuálop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Talan er um størsta álopið á Kyiv, síðan Russland gjørdi innrás í landið í februar í fjør.

Ukrainska loftverjan megnaði at skjóta 52 av 54 dronum niður, skrivar tíðindastovan Reuters. Talan var um iranskar kamikaze-dronur.

Ein 41 ára gamal maður lat lív í álopinum, upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko. Boðað verður eisini frá, at í minsta lagi tríggir persónar vórðu særdir. Eldur kom eisini í fleiri bygningar í Solomjanskyj- og Petjerskyj-býarpartinum, skrivar DR.

Í dag er Kyiv dagur í ukrainska høvuðsstaðnum. Dagurin, ið verður hátíðarhildin síðsta sunnudag í mai, markerar stovnanina av býnum í 5. øld. Ætlanin var eisini at hava eitt minni hátíðarhald í Kyiv í dag í hesum sambandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder