Í farnu viku boðaði Nicola Sturgeon frá, at hon leggur frá sær sum skotskur fyrstiráðharri og forkvinna í skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og higartil eru trý fólk, ið bjóða seg fram at taka yvir eftir henni.
Fyrstur at bjóða seg fram var Humza Yousaf, heilsumálaráðharri, og síðani hava 48 ára gamla Ash Regan, fyrrverandi ráðharri, og 32 ára gamla Kate Forbes, núverandi fíggjarmálaráðharri eisini bjóðað seg fram, skrivar BBC.
SNP hevur upplýst, at hann komandi vikurnar fer at finna nýtt forfólk. Tað verður gjørt við atkvøðugreiðslu millum limirnar í flokkinum, sum endar 27. mars. Valevni skulu áðrenn fríggjadagin hava tryggjað sær stuðul frá í minsta lagi 100 limum úr 20 ymiskum valdømum fyri at koma á atkvøðuseðilin.
Nicola Sturgeon verður sitandi sum floksleiðari og fyrstiráðharri, til eftirmaður hennara er funnin.
Sturgeon: Fari ikki at peika á nakran
Nicola Sturgeon sigur í samrøðu við BBC, at tað nú er upp til limirnar í SNP at avgera, hvør eftirmaður hennara verður, og ætlar hon sær ikki alment at peika á nakað valevni.
Tað hevði ikki verið rættvíst ella hóskandi, sigur hon.
– Eg havi bert eina atkvøðu eins og allir hinir limirnir í SNP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald