Uttanlands

Skotsk mótmæli móti ætlaðari alistøð

Umfatandi mótstøða móti stórari alistøð á oynni Arran, sum skotska felagið hjá Bakkafrost ætlar at leggja

Norðari partur av oynni Arran er oyðin. Her nærhendis ætlar skotska felagið hjá Bakkafrost at leggja eina stóra alistøð (Mynd: Google)

Norðari partur av oynni Arran er oyðin. Her nærhendis ætlar skotska felagið hjá Bakkafrost at leggja eina stóra alistøð (Mynd: Google)

2020-01-02 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotska felagið hjá Bakkafrost, The Scottish Salmon Company, SSC, møtir dyggari mótstøðu móti eini ætlaðari alistøð á oynni Arran.

Ætlanin er, sum skilst, at leggja eina stóra alistøð har norðuri í Arran. Talan er um 20 aliringar, sum skulu framleiða 5.000 tons av laksi um árið. Ætlanin hjá SSC fer at skapa tíggju nýggj arbeiðspláss. Oyggin Arran liggur í Clyde-fjørðinum beint vestan fyri Glasgow.

Men lokala mótstøðan móti ætlanini er stór, skrivar skotski miðilin The Herald

Aliøkið, sum SSC roynir at fáa fatur á, er 240 hektarar í vídd, svarandi til 135 fótbóltsvøllir, tað er meira enn tvífald so stórt sum onnur aliøkir har á leið. Alistøðin skal liggja nærhendis lítlu hugnaligu fiskimannabygdini Lochranza. Sambært Wikipedia búgva gott 10.000 fólk á oynni Arran. Í Lochranza, har norðuri á oynni, búgva umleið 250 fólk.

Sambært The Herald snúgva mótmælini seg um, at aliætlanin fer at skaða ferðafólkavinnuna í oynni. Yvir 400.000 ferðafólk vitja Arran á hvørjum ári, og vinnan gevur ein umsetning á 61 milliónir pund, svarandi til næstan 540 milliónir krónur.

Har norðuri í oynni eru nógv, sum njóta náttúruna úti í óbygdum lendi, og mótmælini snúgva seg um, at náttúruupplivingin her verður oyðiløgd, um eitt stórt alibrúk verður lagt her, skrivar The Herald.

Mótmælini snúgva seg eisini um ljóðræðararnar, sum eru ætlaðir til at ræða kóp burtur frá alibrúkinum. 32 slíkir ræðarar, sum senda ljóðbylgjur út, skulu setast upp á støðini. Mótmælisskriv vísa á, at hetta fer eisini at styggja onnur havsúgdjór burtur frá økinum og harvið minka um náttúruupplivingarnar.

Víst verður eisini á, at útlátið frá eini slíkari stórari alistøð svarar til tað, sum verður latið út frá einum býi við 66.000 fólkum.

The Herald skrivar, at mótmælisfólk hava víst á sína ónøgd við stórum mótmælisplakatum. Tilsamans 243 mótmæli eru komin inn í málinum. Eisini hevur verið skipað fyri undirskrivtainnsavning við yvir 7.000 undirskriftum.

Eitt talsfólk fyri Scottish Salmon Company hevur svarað mótmælunum við at vísa á, at umhvørvið og heilsustøðan hjá fiskinum er av størsta týdningi fyri felagið – sama við økinum har alistøðin liggur.

- Økið er valt soleiðis, at tað verður til minst møguligan ampa fyri umhvørvið. Eisini brúka vit nýggjastu tøkni og stýriskipanir fyri at tryggja okkum at tað ikki gongur út yvir umhvørvi og náttúru, verður sagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder