Uttanlands

Skotska fullveldisrørslan í kreppu

Ákærurnar um kynsligan ágang raka nú sitandi forkvinnuna

Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

Nicola Sturgeon (Mynd: EPA)

2021-03-03 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotska fullveldisrørslan er komin í trupulleikar orsaka av einum máli um kynsligan ágang í flokkinum SNP. Nú rakar hetta eisini Nicola Sturgeon, fyrsturáðkvinnu, sum verður skuldsett fyri ikki at hava handfarið trupulleikarnar nóg væl.

Í dag var Nicola Sturgeon avhoyrd í málinum, sum snýr seg um undanmann hennara í SNP, Alex Salmond.

Salmond varð í fjør fríkendur fyri ákærur um kynsligan ágang móti fleiri kvinnum í 2013. Við rættin segði hann, at ákærurnar vóru “politiskar”.

Alex Salmond var fyrstiráðharri í Skotlandi frá 2007 til 2014 og eisini formaður í SNP, Scottish National Party, tá skotar í 2014 atkvøddu um loysing frá Stórabretlandi.

Nicola Sturgeon verður nú skuldestt fyri at hava fjalt fyri tjóðartinginum nær hon fekk vitan um ákærurnar móti undangongumanninum. Eisini verður hon hartað fyri vánaliga leiðslu, skrivar Reuters.

- Eg havi rannsakað mína sál aftur og aftur. Tað kann vera, at eg ikki fekk handfarið alt á rættan hátt. Tað mugu onnur gera av, segði Sturgeon undir hoyringini í dag.

- Men í eini av harðastu og ódámligu kreppuni, sum eg nakrantíð havi verið í, helt eg, at eg gjørdi tað rætta, og at eg tók rættar yvirskipaðar avgerðir, segði hon.

[object Object]
Alex Salmond (Mynd: EPA)

Alex Salmond sigur, at Nicola Sturgeon hevur víst vánalig leiðsluevni. Hann heldur, at hon hevur brotið reglur, sum vanliga føra til, at ráðharrar leggja frá sær.

Talan er um eitt ógvusligt stríð millum Sturgeon og Salmond, sum fyrr vóru góðir vinir. Stríðið er nú vorðið til eina kreppu í SNP, og kann fara at kosta atkvøður nú flokkurin arbeiðir fyri at fáa eina nýggja fólkaatkvøðu um skotskt fullveldi.

Tað skulu vera skjøl, ið vísa, at Sturgeon kundi havt støðga málinum móti undanmanni sínum fyrr, og at hon helt skjølum aftur, ið kundu kasta ljós á málið.

Tí verður nú millum tjóðartingslimir tosað um møguliga at leggja fram misálit móti 50 ára gomlu fyrsturáðkvinnuni.

Konservativi leiðarin í Skotlandi, Douglas Ross, sigur, at talan er um prógv, ið eru sera tyngjandi fyri Sturgeon.

- Nú er ongin ivi meira. Hon má leggja frá sær, sigur Douglas Ross.

Men onnur verja Sturgeon, og sjálv hevur hon eisini kallað ákærurnar móti henni frá Salmond fyri “vitleysar”.

Sturgeon hevur fleiri ferðir sagt, at tað er hennara ætlan at fáa í lag eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing frá Stórabretlandi. Veljarakanningar hava víst, at tað er meiriluti fyri loysing, skrivar Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder