Uttanlands

Skotska stjórnin ynskir tunlar í oyggjunum

Nýggi leiðarin í Skotlandi, John Swinney sigur, at skotska stjórnin er sera vælviljað fyri tunlum í oyggjunum í Skotlandi.

Rúmdarstøð í Hetlandi skundar undir tunnlar millum oyggjarnar. Skotar ófarnir av útbyggingini av infrakervinum í Føroyum og brúka tað sum fyrimynd fyri at avloysa ferjusambond í oyggjunum.

Rúmdarstøð í Hetlandi skundar undir tunnlar millum oyggjarnar. Skotar ófarnir av útbyggingini av infrakervinum í Føroyum og brúka tað sum fyrimynd fyri at avloysa ferjusambond í oyggjunum.

2024-05-25 13:59 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði hann ávegis til Hetlands í gjár men varð noyddur at setast aftur vegna mjørka.

Hann sigur seg vilja taka málið upp við stjórnina og annars lokalu leiðsluna í oyggjunum, eitt nú Hetlandi. Hetta skrivar Shetland News

[object Object]

Uppá fyrispurning um hann eisini er hugaður at tosa um undirsjóvartunlar í Hetlandi, eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í kjalarvørrinum á tunnilsgerð í Føroyum seinastu árini, sigur John Swinney, at hann og stjórnin eru sera hugað fyri at hava samrøður við Shetland Islands Council, til tess at koma víðari við nøkrum av uppskotunum um at binda oyggjarnar saman við undirsjóvartunlum, um lokalu myndugleikarnir ynskja hetta.  

[object Object]

John Swinney, nýggi fyrsti-ráðharrin í Skotlandi, sum sær stórar møguleikar fyri vinnumenning í Hetlandi, um fast samband verður veruleiki. 


Ætlanin við vitjanini í Hetlandi, sum varð avlýst vegna veður, varð m.a. at hitta leiðaran í Hetlandi, Emma Macdonald. Skotski leiðarin sigur seg raðfesta arbeiðið at knýta tættari bond millum skotska meginlandið og oyggjabólkarnar.

Nýggja stjórnin í Skotlandi er fyri at skifta út ferjusambandið við undirsjóvartunnlar og brúka royndir úr Føroyum. Her vísir hann til ætlanir at fáa tunlar at avloysa ferjur til oyggjar sum Yell, Unst og Whalsay. og í hesum sambandi hava umboð fyri myndugleikar í Skotlandi og Hetlandi vitjað í Føroyum fleiri ferðir. Enn er so eftir at greina fíggjarliga spurningin.

[object Object]

Ein nýggj vinna á oynni Unst í Hetlandi er viðvirkandi til at skunda um kjakið um fast samband, nevniliga “SaxaVord Spaceport”, sum skal hýsa framtíðar útskjótingum av rúmdarrakettum. Eitt fast samband til meginøkið kann fáa sera stóran týdning fyri hesa komandi vinnuna eisini.

Herfyri játtaði bretska stjórnin at stuðla rúmdarútskjótingarstøðini í Hetlandi nærum 100 mió. kr. í stuðuli.

Nýggi skotski leiðarin sær stórar møguleikar í hesi nýggju vinnuni í Hetlandi sum ein týðandi part av menningini í oyggjabólkinum.

[object Object]

Skotskir politikarar hava v vitjað í Føroyum fyri at kunna seg við infrakervið her, m.a. framstandandi Angus MacNeil frá SNP flokkinum úr Hebridunum. Mynd Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder