2024-04-02 09:13
Finska løgreglan hevur handtikið ein persón, sum er skuldsettur fyri at loyst skot av á einum skúla í býnum Vantaa.
Tað upplýsir finska løgreglan fyri Reuters.
Fólk í økinum verða biðin um at halda seg innandura fyribils.
Enn er óvist hvussu nógv eru rakt av skotunum, og hvussu illa tey eru komin til skaða, skriva miðlarnir.
Vantaa liggur umleið 20 kilometrar frá finska høvuðsstaðnum, Helsinki. Skúlin, sum talan er um hevur umleið 800 næmingar úr 1. til 9. flokk, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald