2021-09-20 09:18
Mánamorgunin var ein skottilburður á einum universiteti í russiska býnum Perm.
Sambært tíðindastovuni Reuters hava átta fólk latið lív, meðan fleiri eru særd.
Brotsmaðurin er eyðmerktur og handtikin. Viðkomandi varð særdur undir handtøkuni, verður sagt. Talan er um ein lesandi á universitetinum.
Á netinum síggjast videoupptøkur frá hendingini, har mann m.a. sær lesandi leypa úr vindeygum fyri at sleppa úr bygninginum. Eisini er boðað frá, at fleiri læstu seg inni í undirvísingarhølum við hjálp av borðum og stólum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald