Uttanlands

Skottilburður á serbiskum skúla

Ein 14 ára gamal drongur skeyt í morgun fleiri næmingar, ein lærara og eitt trygdarfólk á einum skúla í serbiska høvuðsstaðnum Beograd

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-05-03 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun hevur ein skottilburður verið á einum skúla í serbiska høvuðsstaðnum Beograd.

Níggju persónar hava latið lív – átta skúlanæmingar og eitt trygdarfólk. Umframt tey níggju, ið lótu lív, vórðu seks aðrir næmingar og ein lærari særd og flutt á sjúkrahúsið.

Drápsmaðurin, ið er ein 14 ára gamal drongur, varð handtikin.

Slík hópskotdráp koma ikki ofta fyri í Serbia, sum hava eina sera stranga vápnalóg. Men í vestara parti av Balkan finnast kortini hundraðtúsundatals ólóglig vápn orsakað av kríggi og ófriði í 90unum, skrivar tíðindastovan Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder