Uttanlands

Skottilburður í Alabama

Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív, og fleiri onnur eru særd, upplýsir løgreglan í býnum Birmingham

(Mynd: CNN)

(Mynd: CNN)

2024-09-22 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív í einum skottilburði í Birmingham í amerikanska statinum Alabama.

Løgreglan í Birmingham upplýsir, at nógv onnur vórðu særd av skotum, harav fýra eru í lívsvanda.

Hetta hendi klokkan 23 lokala tíð í økinum Five Points South, sum er eitt vælumtókt øki við nógvum matstovum, skeinkistøðum og øðrum, har fleiri byrjaðu at skjóta eftir fólki, sum gingu runt í økinum.

Tá løgreglan kom á staðið, vórðu tveir menn og ein kvinna funnin lívleys við skotsárum. Eitt fólk afturat andaðist seinni á sjúkrahúsi í økinum.

Enn er eingin handtikin í málinum, skrivar CNN.

Higartil í ár hava 403 skrásettir hópskottilburðir verið í USA í ár, sambært heimasíðuni Gun Violence Archive. Her er talan um skottilburðir, har í minsta lagi fýra fólk hava latið lív, undantikið drápsmaðurin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder