2022-03-20 10:25
Í gjárkvøldið amerikanska tíð vórðu í minsta lagi 20 fólk særd og ein persónur dripin í skottilburði í statinum Arkansas.
Hetta hendi uttanfyri einari bilframsýning í býnum Dumas, uml. 120 kilometrar sunnanfyri Little Rock, ið er høvuðsstaður í Arkansas.
Millum tey særdu eru eisini børn, sigur lokala løgreglan, sum eisini hevur handtikið ein persón í málinum. Talan kann tó vera um fleiri brotsmenn, verður sagt sambært USA Today.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald