2020-12-26 09:35
Í týska høvuðsstaðnum Berlin eru í minsta lagi fýra fólk særd eftir ein skottilburð í býnum tíðliga í morgun.
Løgreglan í Berlin veit enn ikki, hvør stendur aftanfyri, av tí at brotsmenninir rýmdu av staðnum. Leitað verður í løtuni eftir teimum.
Skotið varð nærindis høvuðssætinum hjá sosialdemokratiska flokkinum (SPD) í Kreuzberg býarpartinum. Talsfólk hjá løgregluni sigur tó, sambært Ritzau, at einki bendir á, at brotsmenninir høvdu eitt politiskt motiv.
Tey særdu eru nú koyrd á sjúkrahús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald