16 ára gamli drongurin, sum er skuldsettur fyri at hava skotið og dripið tveir næmingar á einum miðnámsskúla í Kalifornia hósdagin, er deyður.
Sambært Ritzau doyði hann seinnapartin í gjár av løstum sínum .
Drongurin, Nathanel Berhow, fylti 16 ár sjálv sama dag, sum hann skeyt fimm næmingar á Saugus High School í kaliforniska býnum Santa Clarita. Eftir at hava skotið hini fimm, skeyt hann seg sjálvan í høvdið, og var tað hetta, hann doyði av í gjár, sigur lokala løgreglan.
Hini báðir næmingarnir, sum lótu lív hósdagin vóru ein 16 ára gomul genta og ein 14 ára gamal drongur.
Enn er ógreitt, hvat orsøkin var til, at Nathaniel Berhow gjørdi av at skjóta inni á skúlanum. Hann hevði ongantíð áður framt nakað lógarbrot, og líkt er heldur ikki til, at hann hevur verið útsettur fyri happing frá hinum næmingunum.
Løgreglan veit, at Berhow hevði lagt alt til rættis frammanundan, men hví er enn ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald