
Seint í gjárkvøldið okkara tíð skeyt ein persónur frá hond við einari kirkju í Los Angeles í amerikanska statinum Kalifornia.
Lokala løgreglan upplýsir, at ein persónur hevur latið lív, meðan fimm onnur eru álvarsliga særd. Offrini vóru øll eldri fólk millum 66 og 92 ár, upplýsir NBC.
Ein persónur er afturhildin í sambandi við hendingina, og løgreglan hevur eisini lagt hald á eitt vápn, sum verður hildið at hava samband við málið.
Umboð frá amerikonsku samveldisløgregluni, FBI vórðu eisini boðsend at hjálpa lokalu løgregluni við málinum.
Tilbúgvingin var á staðnum, og fingu nøkur fólk viðgerð á staðnum, meðan onnur vórðu koyrd á sjúkrahús.
Dagin fyri hesa hending, vórðu tíggju persónar eisini skotnir til deyðir í býnum Buffalo í New York. Trý onnur vórðu særd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald