Uttanlands

Skottilburður í sølumiðstøð í Texas: Trý fólk handtikin

Fleiri hava latið lív, og í minsta lagi 10 fólk eru álvarsliga særd

Mynd: DR

Mynd: DR

2019-08-03 20:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri fólk lótu lív, tá skotið varð inni í eini handilsmiðstøð í amerikanska býnum El Paso í statinum Texas.

Skjótingin byrjaði klokkan 18.03 føroyska tíð (klokkan 11.03 lokaltíð).

Gott ein tíma seinni, hevði løgreglan enn ikki fingið tamarhald á støðuna, og fleiri fráboðanir vóru um fleiri brotsmenn.

Sambært TV2 er trý fólk eru handtikin í málinum.

Fyri løtu síðani boðaði løgreglan frá, at tey vórðu væl mannaðir, og at eingin hóttandi vandi var í økinum longur.

Hetta hendi í Cielo Vista Mall, sum er í trimum hæddum við 134 handlum. Sølumiðstøðin er tilsamans 115.691 til støddar.

Skotið varð fyrst í einum Walmart-handli, og í minsta lagi tríggir handlar hava latið aftur orsakað av skjótingini.

Sambært DR hevur sjúkrahúsið í El Paso tikið ímóti fleiri ofrum, og í minsta lagi 10 av teimum eru álvarsliga særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder