Uttanlands

Skottilburður í Texas: 19 skúlanæmingar deyðir

Persónurin, sum er undir illgruna fyri at hava skotið, var ein 18 ára gamal miðnámsskúlanæmingur, sum varð dripin av løgregluni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-25 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin upplivdi lítli býurin Uvalde í amerikanska statinum Texas ein av ringastu skottilburðunum í USA í fleiri ár.

19 ungir næmingar í Robb Elementary School, einum barnaskúla, hava latið lív, upplýsir Greg Abbott, guvernørur í Texas.

Tann, sum er undir illgruna fyri at hava framt drápini er ein 18 ára gamal miðnámsskúlanæmingur úr sama býi. Hann er eisini deyður. Hann varð, sambært guvernørinum, dripin av løgregluni, sum varð boðsend til skúlan.

Tvey løgreglufólk vórðu eisini rakt av skotum, men tey sleppa væntandi undan við lívinum, sigur Greg Abbott.

Upplýst verður, at drápsmaðurin fyrst skeyt ommu sína, áðrenn hann fór inn á skúlan og skeyt frá hond.

Sagt verður, at trý vaksin eisini eru deyð, men tað er ikki greitt, um drápsmaðurin verður taldur við millum hesi.

Einki verður sagt um motivið, skrivar Ritzau.

Talan er um deyðiligasta skottilburðin á einum amerikonskum skúla síðan 2012, tá 20 næmingar og seks vaksin vórðu dripin á skúlanum Sandy Hook í statinum Connecticut.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder