Tríggir persónar eru handtiknir eftir at skot vórðu latin av í býnum Kansas City, sum í gjár hátíðarhelt, at lokala fótbóltsliðið vann stóru finaluna í amerikanskum NFL-fótbólti, Super Bowl.
Minst eitt fólk lat lív í hendingini, og yvir 20 fólk fingu skaða. Hin deyði skal vera plátuvendari og vertur á eini lokalari útvarpsstøð. Fleiri av teimum, sum fingu skaða, vóru børn, skriva tíðindastovurnar.
Løgrelan hevur onki sagt um hvørji motiv vóru orsøk til illgerðina. Onki bendir á, at talan var um yvirgangsatsókn skriva eitt nú Reuters og AFP.
(Mynd: EPA)
Skotini fullu eftir at liðið Kansas City Chiefs høvdu gingið sína sigursgongd gjøgnum býin. Spælararnir vóru framvegis á einum palli í miðbýnum, men vórðu førdir burtur av løgregluni, tá ófriðurin byrjaði.
ABC News skrivar, at spælararnir vistu einki um, hvat hendi, eftur sum tónleikurin á pallinum gjørdi, at skotini ikki hoyrdust.
Fleiri barnafamiljur vóru við í hátíðarhaldinum, og flestu skúlar í Kansas býi høvdu sett sær fyri at øll børnini skuldu vera ílatin reyð klæði til æru fyri Kansas City Chiefs, og tí varð dagurin eisini róptur “Red Snow Day”.
Les eisini: Kansas City Chiefs endurvann Super Bowl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald