Innanlands

Skoyta nú aftur í Klaksvík

Í gjár læt vælumtókta skoytibreytin á Biskopstorginum upp. Tað verður møguligt at skoyta restina av jólamánaðinum umframt allan januar, upplýsir Klaksvíkar Kommuna

Opið er fyri skoyting allar dagar í vikuni í Klaksvík næstu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Opið er fyri skoyting allar dagar í vikuni í Klaksvík næstu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-06 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ógvuliga hált kring landið í hesum døgum, og tað hevur elvt til millum annað trupulleikar í ferðsluni. Tað er tó heldur ikki so lætt ella stuttligt at vera til gongu.

Hjá summum hoyrir tað tó tíðini til at stuttleika sær eitt sindur í hálku. Seinastu árini hevur tað verið vanligt, at minst ein skoytubreyt er opin í Føroyum um veturin.

Í løtuni er tað bert skoytubreytin við Biskopstorg í Klaksvík, sum er av slíkum. Breytin er í hugnaligum umstøðum miðskeiðis í býnum og læt upp fyri skoyting í gjár. 

Klaksvíkar kommuna skrivar, at hetta hava tey glett seg til at gjørt. Samstundis verður boðað frá, at skoytibreytin verður opin til 31. januar 2024. Um viðrar kann hetta tíðarskeiðið verða longt. 

[object Object]
Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mánadagin til fríggjadag, umframt sunnudag er opið frá klokkan 15 til klokkan 20. Leygardagar er tað klokkan 10 til klokkan 15.

Til ber eisini at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08 til 15.


Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eitt stutt videobrot um skoytubreytina, ið millum annað verður nógv nýtt av familjum - summi sameina tað eisini við jólainnkeyp (Video: Klaksvíkar kommuna - Youtube)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder