
Hon var seinkað nakrar ferðir, men undirtøkan hevur verið góð, og nú er greitt, at tað fer at bera til at skoyta á niðara vølli í Gundadali fram til og við sunnudagin 24. januar.
Ætlanin var, at skoytibreytin skuldi lata aftur sunnudagin 17. januar, men millum annað orsakað av góðari undirtøku er avgjørt at hava opið eina viku afturat.
Hetta skirvar Tórshavnar kommuna á heimasíður sínari.
Skoytibreytin lat upp 7. desember 2020, og vøllurin hevur verið væl vitjaður. Skúlar, barnagarðar og stovnar annars kunnu framvegis leiga breytina, skrivar torshavn.fo, og somu upplatingartíðir eru galdandi:
Hvønn gerandisdag millum kl. 14 og 22, leygardag millum 10 og 22 og sunnudag millum 14 og 22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald