2022-02-25 20:08

Einasta skoytibreytin í Føroyum fer skjótt at lata aftur fyri hesuferð.
Norðlýsið skrivar í dag, at breytin við nýggja Biskopstorgið í Klaksvík hevur opið til og við 1. mars, ið er týsdagin.
- Skoytubreytin hevur verið sera væl vitjað í ár. Nærum 7.000 vaksin og børn hava roynt seg á ísinum í ár, og tað er sjálvandi gleðiligt, at fólk úr øllum landinum hava tikið so væl ímóti hesum møguleikanum.
Opið er frá klokkan tíggju til 20 í morgin, leygardagin, og hinar dagarnar frá klokkan 15 til 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald