2019-12-06 17:08

Klaksvíkingar fáa nú sína egnu skoytibreyt. Seinastu dagarnar hava fyrireikingarnar av álvara koyrt á Biskopstorgi, beint við har nýggja Bank Nordik og nýggju íbúðirnar eru.
Skoytibreytin verður 380 fermetrar til støddar, og í morgin ber til at royna hana.
Klaksvíkar kommuna boðar frá, at almenn móttøka verður klokkan 14, har borgarstjórin, Jógvan Skorheim, heldur røðu og kommunam bjóðar bollar og kakao. Hornorkestrið luttekur eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald