Innanlands

Skoytibreytin letur upp aftur

Møguleiki verður nú aftur at skoyta hvønn dag í vikuni í Klaksvík. Veðrið hevur darvað seinastu vikuna

Tað er ikki greitt, júst hvussu leingi opið verður hendan veturin (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ikki greitt, júst hvussu leingi opið verður hendan veturin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-20 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í eina viku hevur ikki verið møguleiki at nýta skoytibreytina í Klaksvík. Orsøkin er, at nógvur vindur og nógv regn var í eina tíð, og hetta ávirkar - nakað sum annars ikki hevur verið ein so stórur trupulleiki við vindin.

- Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, og tað hevur heilt sikkurt spælt ein týðandi leiklut at halda skoytubreytina opna, tí tað hava verið aðrir illveðursdagar, har tað ikki hevur verið neyðugt at steingja. Tað er avgjørt ein bati samanborið við undanfarin ár.

Hetta segði Karl Johansen við heimasíðuna hjá kommunu, ið samband við at latið varð aftur. 

Nú ber aftur til at skoyta - júst hvussu leingi opið verður hendan veturin er ikki greitt.

- Vit vóna sjálvandi, at vit sum skjótast kunnu lata skoytubreytina uppaftur. Í øllum førum er ætlanin at hava skoytubreytina opna í eina tíð aftrat, segði borgarstjórin síðsta mikudag.

Skoytibreytin, ið er tann einasta í landinum í løtuni, er uttandura. Hon er staðsett beint við Biskoptorgið, ið er ein stórur og lutfalsliga nýggjur bygningur við íbúðum, umframt nøkrum handlum. Hetta er á Sandinum í Klaksvík - beint við Vágsbø.

Soleiðis er opið á skoytibreytini í Klaksvík: 

Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00
Leygardag: 10.00 – 20.00
Sunnudag: 15.00 – 20.00


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder