Innanlands

Skoyting, samvera og heitt kakao í Klaksvík leygardagin

Tað er integratiónsnevndin, ið bjóðar borgarum ókeypis skoyting, bollar og heitt kakao. Hetta er fyrsta tiltakið hjá nevndini, ið nú eisini skal vera meira sjónligt virkin

2021-12-16 13:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt prát, at skoyta ella at fáa sær heitt kakao. Bæði tey, sum altíð hava búð í Klaksvík, og tey, sum eru flutt til kommununa. Í góðari frástøðu uttandura vóna vit, at fleiri taka av tilboðum at hitta integratiónsnevndina og onnur vitjandi.

Hetta sigur Karl Johansen, borgarstjóri og formaður í integratiónsnevndini um fyrsta tiltakið hjá nýggju integratiónsnevndini, sum tók við eftir seinasta býráðsval.

Integratiónsnevndin varð stovnað í 2015, men hetta er fyrstu ferð, at nevndin er umboðað við borgarum, sum hava tilflytarabakgrund og borgarum, sum størsta part av lívinum hava verið búsitandi í Klaksvík. Hendan nýggja samansetingin er ein liður í at sameina tilflytarar og aðrar borgarar enn betur, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu. 

- Við m.a. tiltøkum og øðrum átøkum, sum samansjóða føroyska mentan og aðrar umboðandi mentanir í kommununi, fer integratiónsnevndin virkið til verka. Ein onnur broyting við integratiónsnevndini er, at nýggja nevndin, umframt at vera ráðgevandi, eisini skal vera meira sjónligt virkin. Bæði við tiltøkum og umboðandi Klaksvíkar kommunu á integratiónsøkinum.  

Harumframt skal nevndin lýsa møguleikar, avbjóðingar og onnur viðkomandi viðurskifti á regluligum fundum. Nevndin er mannað við Karl Johansen, borgarstjóra, og Jógvani Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, David Im, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl og Daria Zellmer. Felags fyri tey øll er, at tey hava tey royndir og vitan innan ymisk øki, sum kunnu koma tilflytarum í kommununi til góðar.

Tiltakið á og við skoytibreytuna við Biskopstorg verður leygardagin 18. desember klokkan 14 til 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder