Veðrið var av tí fagrasta í gjár, og tí var avgjørt at royndarkoyra skoytubreytina ein dag, áðrenn ringa veðrið herjar á um vikuskiftið.
Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna, sum nú hevur royndarkoyrt skoytubreytina, sum eftir ætlan verður latin upp fyrst í komandi viku.
Hóast kommunan ikki alment hevði boðað frá, at møguleiki var at royna skoytubreytina í gjár, frættust boðini ómetaliga skjótt, og sera nógv børn og ung gjørdu sær dælt av royndarkoyringini í góðveðrinum í gjár, skrivar kommunan.
(Mynd: Klaksvíkar kommuna)
Undirlagið á skoytubreytini er øðrvísi í ár, og vónar kommunan, at tað fer at gera tað nemmari at halda skoytubreytina frysta.
Veðrið fer óivað at hava við sær, at har verða dagar í vetur, har skoytubreytin má verða stongd, og tí vísir Klaksvíkar kommuna til eina Facebook síðu, har til ber at kunna seg um upplatingartíðir og annað virksemi, sum víðvíkur økinum við skoytubreytina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald