
Eftir ætlan skuldi í gjár vera seinasti dagur, skoytubreytin í Klaksvík hevði opið í hesum umfarinum, men nú boðar Klaksvíkar kommuna frá, at avgerð er tikin um at hava opið eina viku afturat.
Karl Johansen, borgarstjóri sigur, at veðurforsøgnin fyri vikuna sær góð út, og tí er upplagt at leingja upplatingartíðina á skoytubreytini til sunnudagin 31. januar 2021.
- Tað er sera stuttligt at síggja, hvussu væl vitjað skoytubreytin er. Fleiri enn 8.000 vitjanir hava verið í ár, og fólk eru komin, nær og fjar, fyri at royna skoytubreytina.
– Hendan tíðin kann tykjast myrk og long, og tá er tað fantastiskt, at kommunan kann bjóða sínum borgarum eitt tílíkt tilboð, sigur Karl Johansen.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald