
Nú er greitt, nær Fríðrikur krúnprinsur verður útnevndur til kong. Tað verður 14. januar klokkan 14 føroyska tíð frá svalanum á Christianborg slotti.
Hetta upplýsir kongshúsið á heimasíðuni.
Klokkan 13 er ríkisfundur, og aftaná fundin fer Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at lýsa trónskiftið á Christiansborg slotti.
Tað var í nýggjársrøðuni, at Margreta drotning boðaði frá, at hon læt trónuna víðari til Fríðrik krúnprins eftir 52 ár sum drotning.
-
Drotningin í karet í Keypmannahavn í dag (Mynd: EPA)
-
Krúnprinsaparið sum skjótt verða kongapar (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald