2019-04-17 16:07
Í drúgva tíð hevur verið arbeitt miðvíst fyri at fáa skapt eina spennandi og fjølbroytta skrá fyri mentanarnáttina - nú er komið á mál.
Skráin er sera umfatandi og inniheldur m.a. barnatiltøk, fyrilestrar, framsýningar, gongutúr, kappingar og tónleik. Longu nú er talgilda útgávan tøk. Hon fæst her.
Í mai verður eitt eintak borið út í hvørt hús í Suðuroynni og nøkur eintøk verða eisini løgd fram á støðum kring, har nógv fólk vitja, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald