31. august verður Viðareiði karmur um ársins Norð Festival.
Fólkakæri danski bólkurin TV-2 verður millum høvuðsnøvnini í ár, og fara teir á pall kl. 20. Talan verður um tríggjar pallar.
Dagurin byrjar longu kl. 10 við ókeypis morgunmati fyri øllum gestunum, áðrenn Steintór og Rakul Ró kl. 11.15 fara syngja Kular Røtur fyri børnunum og øllum barnsligum sálum í stóra tjaldinum. Spælilandið letur upp kl. 12, eins og viðingar aftur í ár fletta eina kúgv kl. 12.30. Hotel Norð bjóðar sum vant eina vælsmakkandi buffét frá kl. 14.
Talan er um ein langan og fjølbroyttan tónleikadag, tí kl. 15 spæla Rut & Mikkjal á hugnaligu terassuni, og tann seinasta konsertin verður við Grandma´s Basement á stóra palli kl. 3. Talan er um heili 15 ymiskar tónleikaframførslur ígjøgnum dagin.
Fyriskipararnir siga í skrivi, at í ár verður tjóvstartað eitt sindur fyrr, tí longu kl. 20 fríggjakvøldið 30. august verður hugnaløta og felagssangur við Jóanis Erik Køtlum, Jóannes hjá Rosu, og Eyðun á Lakjuni á Hotel Norð fyri festivalgestum, umframt at Bjarki Hansen fer at spæla nøkur løg.
Niðanfyri ber til at síggja skránna til ársins Norð Festival, sum verður hildin 31. aug.
Stóri Pallur:
18.00: Jens Marni Hansen
20.00: TV-2
22.30: Týr
00.00: Eyðun, Terji og Kim
02.00 Vágaverk
03.00 Grandma´s Basement
Tjaldið:
11.30: Rakul Ró og Steintór syngja Kular Røtur
16.30: Brandar
19.00: Ester Skála
21.30: Karl Martin Samulsen
01.00: Signar í Homrum v/bolki
Terassan:
15.00: Rut & Mikkjal
15.45: Maria R. á Heygum
17.15: Døgg Nónsgjógv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald