placeholder
Mentan

Skráin klár til eldrafestivalin

Festivalurin fyri tey elstu verður leygardagin 1. juni

Haleluja-Sofus er millum teirra, sum fara at syngja á eldrafestivalinum

Haleluja-Sofus er millum teirra, sum fara at syngja á eldrafestivalinum

2019-05-21 08:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin 1. juni verður Eldrafestivalurin hildin í økinum við Ellisheimið í Runavík.

Tað er økistænastan Roðin í Eysturoynni, sum skipar fyri tónleikatiltakinum, sum er ætlað okkara allar elstu borgarum, sum eru so mikið birg, at tey kunnu flyta seg til teltið, sum verður sett upp uttan fyri ellisheimið í Runavík.

Tað er nú geitt hvørji koma at standa fyri tónleikinum á tiltakinum, sum byrjar seinnapartin og heldur á út á kvøldið.

Hesi fara at upptraðka: Haleluja-Sofus, Punktum, Marjun Wolles & Kjartan Valdemarsson, Hanus G, Fourmehn, Elin B. Heinesen trio, Kári P, Vestmann og Sløkkiliðskóri. Eisini verður felagssangur við Hilmari Jan sum ’orðstýrara’.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder