Mentan

Skráin til mentanarnáttina á Tvøroyri tøk

Útsetta mentanarnáttin á Tvøroyri verður 5. juli

2024-06-27 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú styttist av álvara til árligu Mentanarnáttina á Tvøroyri. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi vera 31. mai, seinasta fríggjadag í mai, ið siðvenja er. Verkfallið órógvaði tó ov nógv til, at tað vera mett ráðiligt at halda hana.

Stóri dagurin varð tí útsettur til 5. juli, ið er um góða viku. Skráin er rúgvismikil og eitt sindur er fyri øll.

- Vit hava, saman við góðum, lokalum kreftum, roynt at samanseta eina áhugaverda skrá fyri dagin og tað er okkara vón, at fólk fara at njóta henda góða dag, sigur Tvøroyrar kommuna.

Í komandi viku verða skráirnar bornar út til øll húsarhald í Suðuroynni, men longu nú er hon tøk talgild, sí her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder