Mentan

Skráin til Norð Festivalin 2026 er klár

Høvuðsnavnið D-A-D fer á pallin kl. 21:45, men nógv annað er eisini á skránni á Norð Festivalinum næsta vikuskiftið.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-22 19:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er skráin til NORÐ Festivalin 2026 klár. Leygardagin 29. august verður Viðareiði karmur um ein fjølbroyttan festivaldag við tónleiki, undirhaldi, mati og hugna – og eitt av stóru hæddarpunktunum verður, tá danski rokkbólkurin D-A-D fer á Stóra Pall klokkan 21.45.

D-A-D hevur í fleiri áratíggju verið millum kendastu rokkbólkarnar í Danmark, og festivalgestir kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði.

Men tónleikaskráin fevnir breitt. Á Stóra Palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji & Kim og ROX v/Signar í Homrum at hoyra.

Í Tjaldinum byrjar tónleikurin longu fyrrapartin við Trølla Pæturi og Omman. Seinni fara Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall, Rani Nolsøe, Bjarki Hansen, Blátt Gras, Páll Oddur & Finnur Koba, Edmund & Mikkjal og DJ Cool á pall.

NORÐ Festivalurin er tó meira enn bara tónleikur. Dagurin byrjar klokkan 10.00 við ókeypis morgunmati fyri gestir, og gjøgnum dagin verður eisini undirhald fyri børn og vaksin. Spæliland verður á økinum, Silvi vitjar børnini, ein kúgv verður flett, eins og Fuglafjarðar Harmonikufelag spælir.

Á Hotel Norð verður buffet frá klokkan 15.00 til 21.00, og á midnátt spælir Ottar Skottar til dans.

Við einari fjølbroyttari skrá frá morgni til langt út á náttina verður lagt upp til ein fullan festivaldag á Viðareiði.

NORÐ Festivalurin verður leygardagin 29. august 2026.

Skráin í stuttum:

Stóri Pallur:
Kl. 18.00 – Friði & Marner
Kl. 19.45 – Hallur Joensen
Kl. 21.45 – D-A-D
Kl. 00.00 – Eyðun, Terji & Kim
Kl. 01.45 – ROX v/Signar í Homrum

Tjaldið:
Kl. 11.15 – Trølla Pætur og Omman
Kl. 15.00 – Herborg Torkilsdóttir
Kl. 16.00 – Sámal Ravnsfjall
Kl. 17.00 – Rani Nolsøe
Kl. 19.00 – Bjarki Hansen
Kl. 20.45 – Blátt Gras
Kl. 23.15 – Páll Oddur & Finnur Koba
Kl. 01.00 – Edmund & Mikkjal
Kl. 02.45 – DJ Cool

Hotel Norð:
Kl. 15.00 – Buffet letur upp
Kl. 21.00 – Buffet letur aftur
Kl. 00.00 – Ottar Skottar spælir til dans

Harumframt eru fleiri tiltøk og undirhald á skránni gjøgnum dagin.

Fulla skráin sæst á viðheftu myndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder