Innanlands

Skráin til Summar Festivalin er klár

Høvuðsnavnið spælir hóskvøldið klokkan 23

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-31 20:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Næsta vikuskiftið verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík, og nú er skráin fyri festivalin kunngjørd.

Summar Festivalurin bjóðar konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar, umframt at undirhald og framførslur verða í Silvalandi, sum er fyri børnini.

Fyrsta konsertin verður hóskvøldið kl. 19, tá ið Brimhvítt spælir í Tjaldinum. Seinasta konsertin verður leygarkvøldið kl. 02:45, tá ið Páll Finnur Páll enda festivalin við framførslu í Tjaldinum. Samanlagt verða umleið 30 konsertir á Summar Festivalinum 2022.

Høvuðsnavnið Alan Walker spælir á Vágsbø hóskvøldið kl. 23. Amerikanski rockbólkurin Steelheart spælir fríggjakvøldið kl 21:30. Anne Dorthe & Maria spæla leygarkvøldið kl. 21:30, og Rasmus Bjerg syngur John Mogensen-sangir leygarkvøldið kl. 01.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder