Mentan

Skráin til summartónar 2019 klár

Aftur í summar ber til at hoyra fjølbroyttar tónar kring allar Føroyar

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-04-12 11:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Aftur í summar ber til at hoyra fjølbroyttar tónar kring allar Føroyar. Hetta er 28. ferðina, skipað verður fyri Summartónum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Fyrsta konsertin verður 1. juni, tá ið Ken Jones (trompet) og Birgitte Schnakenburg (klaver) fara at spæla klassiskan tónleik í Finsen í miðbýnum í Havn.
 
Og seinasta konsertin verður 29. august, tá ið Lützen's Jazz Band við Jákupi Lützen(fiól), Herlufi Lützen (gittar), Arnoldi Ludvig (bass) og Rógva á Rógvu (trummur) spæla í Blábar í Niels Finsen gøtu í miðbýnum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder