Uttanlands

Skrásett fleiri enn 70.000 tilburðir tveir dagar á rað

Seinastu 11 dagarnar hevur USA skrásett fleiri enn 60.000 nýggjar tilburðir, og seinastu tveir dagarnar var talið hægri enn 70.000

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-25 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu 11 dagarnar hevur USA skrásett fleiri enn 60.000 nýggjar smittutilburðir, og seinastu tveir dagarnar var talið hægri enn 70.000, skrivar Ritzau.

Fríggjadagin vórðu 73.795 tilburðir og 1.157 andlát skrásett, sambært Johns Hopkins University.

Sostatt er samlaða talið á skrásettum tilburðum í USA komið uppum 4,1 mió. Av teimum eru fleiri enn 145.000 deyð.

Hetta svarar til 43,8 andlát per 100.000 íbúgvar.

Samstundi eru 1,26 mió. av teimum, sum eru skrásett smittað, staðfest frísk aftur.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur skrásett bæði flest smittutilburðir og flest andlát. Beint aftanfyri er Brasil, har talið á skrásettum tilburðum og andlátum er ávikavíst 2,3 mió. og 85.000.

Samlaða talið á skrásettum tilburðum í øllum heiminum nærkast nú 16 mió., og talið á andlátum nærkast 650.000.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder