Innanlands

Skreeningin fyri lívmóðurhálskrábba víðkað

Nú fáa allar kvinnur millum 23 og 64 ár tilboð um fyribyrgjandi kanning fyri krabbamein í lívmóðurhálsinum

(Mynd: sjukrahus.fo)

(Mynd: sjukrahus.fo)

2025-04-15 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá 1. mai verður fyribyrgjandi kanning fyri lívmóðurhálskrabba víðkað til aldurin 23 til 64 ár, og fylgir sostatt ”tilmæli 17 í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar":

”At samlaði aldursbólkurin, sum fær bjóðað screening fyri lívmóðurhálskrabba, í samsvari við donsku vegleiðingina, verður víðkaður frá 25-64 ár til 23-64 ár. Samstundis verður mælt til, at bólkurin 23-29 ár fær bjóðað cytologi-screening triðja hvørt ár, meðan bólkurin 30-64 ár fær bjóðað HPV-screening fimta hvørt ár”.

Kvinnur í aldinum 23 til 29 ár fáa innbjóðing til fyribyrgjandi kanning fyri límóðurhálskrabba 3. hvørt ár (Cytologi).

Kvinnur í aldrinum 30 til 64 ár fáa innbjóðing til fyribyrgjandi kanning fyri límóðurhálskrabba 5. hvørt ár (HPV).

Kanningin  verður gjørt við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum. Endamálið er at diagnostisera forstig til lívmóðurhálskrabba og kunna veita viðgerð skjótast gjørligt, skrivar sjukrahus.fo. 

Kyknubroytingar kunnu vera til staðar leingi, áðrenn tær broytast til veruligt krabbamein. Tað ber til við einari einfaldari kanning hjá kommunulæknanum at taka eitt sindur av slími við lívmóðurmunnan til kanningar fyri kyknubroytingar. Leingi áðrenn nakað sæst við berum eygum, kunnu vera broytingar í kyknunum, sum bert síggjast við sjóneyku.

Kvinnurnar fáa innkallingarbræv frá Landssjúkrahúsinum við eini áminning um, at tíð er at biðja um nýggja kanning hjá egnum kommunulækna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder