2024-02-11 14:12
Landsverk ávarar um vandan fyri áarlopi, nú blot kemur í kavan, og í dag eru fleiri skriður lopnar.
M.a. hava tvær fráboðanir verið um kava við Leynatunnilin, og eisini eru skriður lopnar millum Effo í Kollfjarðadali og Mjáuvøtn.
Fyri løtu síðani boðaði Landsverk frá, at tað ikki er koyrandi á Oyggjarvegnum millum Effo støðina í Kollafirði og Hundsarabotn.
Dagførd kl. 14.12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald