Uttanlands

Skriðulop í Etiopia kostað mannalív í hundraðtali

Í minsta lagi 157 fólk hava latið lív, skriva altjóða tíðindastovur

Regntíðin í Etiopia kann hava stórar skaðar við sær. Nøkur eru bjargaði úr leivdum

Regntíðin í Etiopia kann hava stórar skaðar við sær. Nøkur eru bjargaði úr leivdum

2024-07-23 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í minsta lagi 157 fólk hava latið lív í Etiopia í sambandi við ógvusligt skriðulop í sunnara parti av landinum.

Hetta skriva Reuteurs og aðrar altjóða tíðindastovur. Tað er Markos Melese, leiðarin fyri tilbúgvingina í økinum, ið upplýsir hetta. Nøkur eru bjargaði úr leivdum.

Skriðulopið hendi í gjár. Fyrstu boðini vóru, at umleið Tað er ikki endaliga greitt, júst hvør orsøkin til tað var.

Tað er tó vanligt, at skriðulop henda í Etiopia í "regntíðini". Hetta er millum juli og september.

Vegna glopraregn og stoytingar hava fleiri verið noydd at flutt burtur seinastu tíðina, og hava stórir materiellir skaðar verið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder