2021-11-16 08:50

Sendast mátti boð eftir eini gravimaskinu at rudda vegin, tá eitt skriðulop hendi á Strondum í nátt.
Skriðan, sum skyldast stóra avfallið, leyp oman á Hulkavegin, sum er vegurin, ið gongur oman til havnarlagið á Hulki. Skriðan var beint undir Effo-støðini, verður upplýst.
Tað var komin so mikið nógvur eyrur og mold oman á vegin, at tað var illa koyrandi fram við skriðulopinum, og tí vórðu boð sent eftir gravimaskinu at rudda vegin.
Í nógva vindinum í gjárkvøldið sleit ein seglbátur, sum lá í havnarlagnum í Hvalvík. Sunda Sløkkilið varð boðsent at tryggja bátin, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald